Alt skal snøggast

Hárfríðkunarstovurnar kring landið hava úr at gera í hesum døgum

Tað er ikki frítt, at fólk gera seg til, nú ólavsøkan stendur fyri framman.

Føroysku klæðini verða riggaði til, og hjá summum ræður um at faa seinastu silvurlutirnar keyptar, ella kanska skal okkurt seymast ella leggjast út.


Hár skal til

Eisini á yrvirtromini gera fólk nógv burtur úr. Hárfríðkunarstovurnar í høvuðsstaðnum hava úr at gera. Ja, kanska meira, enn tær hava nakra aðra tíð á árinum.

Tóta Sørensen, sum eigur og rekur Salon Tóta í miðbýnum, sigur, at tær hava úr at gera fyri tíðina. -Øll vilja verða snøgg á ólavsøku, og tað er kanska bara á jólum, at vit hava líka nógv at gera, sigur hon.

Hon leggur afturat, at tá hon sigur øll, so meinar hon eisini við øll. Bæði børn, vaksin og eldri skulu skerast. Eisini heldur Tóta, at frítíðin ger sítt til, at so nógv er at gera nú, men hetta hevur hon sum so einki ímóti. ?Vit vilja í øllum førum ikki vóna, at tað verður minni at gera komandi ólavsøkurnar, sigur hon smílandi.

Um hársniðið til ólavsøkuna sigur hon, at tað sum so er á leið tí vanliga. ?Flestu fólkini vilja bara síggja væl út, og tað eru ikki so nógv, sum vilja gera nakað heilt serligt við hárið, soleiðis sum tað er vanligt til eitt nú føstulávint, sigur Tóta at enda, áðrenn hon aftur fer í holt við næsta kundan.


Eisini uttan fyri Havnina

Tað er tó ikki bara í høvuðsstaðnum, at fólk gera seg til.

Hjá Salon Marjun í Klaksvík hava tær eisini úr at gera. Marjun Olsen, sum rekur hárfríðkunarstovuna sigur við Sosialin, at tær so sanniliga eisini merkja, at tað er ólavsøka: -Vanliga er tá somikið nógv at gera, at tá ólavsøkan endiliga kemur, eri eg so móð, at eg als ikki orki at fara til Havnar, sigur hon.

Eisini hon heldur, at summarfrítíðin ger sítt, og leggur so afturat, at tað annars er serliga á Norðoyastevnu, umframt á jólum, at tað stendur á hjá teimum:

-Vit plaga tó at røkka øllum, sjálvt um tað onkuntíð stendur á. Einasti trupulleikin er, um fólk koma í seinastu løtu, tí tá er ofta torført at sleppa framat, sigur Marjun at enda.