Hóast Luksemburg í gjár vann 3-0 á Liktenstein, og hóast Føroyar taptu 3-0 móti Liktenstein, so er talan ikki um heilt vónleysa uppgávu hjá okkara kvinnum. Í báðum dystunum var talan nevnliga um sera tøtt sett, og tí kunnu smáir marginalar verða avgerandi.
Men tá vit tosaðu við Sólgerð Henriksen eftir dystin í gjár, staðfesti hon, at alt skal rigga, um Føroyar skulu vinna dystin.
- Vit spæla ikki nóg væl í dag, tá avgerandi bóltarnir eru. Eg veit ikki, um tað eru nervar ella ikki, men vit gera býtt mistøk, akkurát tá vit ikki skulu gera tey.
- Skulu vit vinna móti Luksemburg, so skal alt rigga. Vit skulu tveita nervarnar burtur, og annars bara hugsa um okkara spæl, heldur hon.
Og so legði Sólgerð afturat, at hon vónar, at stuðulin frá áskoðarafjøldini verðu tann sami í dag, sum hann var í gjár.
- Áskoðararnir vóru heilt fantastiskir. Tað var virkuliga stuttligt at spæla hendan dystin, og stuðulin hjálpti okkum eisini heilt nógv í dystinum. So eg vóni, at tey verða líka harðmælt móti Luksemburg, sigur Sólgerð Henriksen.
Dysturin millum Føroyar og Luksemburg byrjar klokkan 19.30.










