Tað sigur liðskiparin, ið skoraði føroyska málið í Beograd í gjár. Fróði Benjaminsen spældi allan dystin á føroyska miðvøllinum. Hann stríddist sum altíð og var millum fleiri eyðsýndar leikarar á føroyska liðnum.
– Eg fekk eina avlevering frá Christiani L. Holst og tamdi hann kanska nakað og langt frá mær, men kláraði at renna hann upp og skjóta hann í mál, forklárar toftamaðurin eftir dystin.
Føroyska liðið kom væl við í dystin eftir málið, sum liðskiparin metur hevði eina góða ávirkan á liðið.
– Málið gevur okkum sjálvsálit og vit eru væl við í dystinum fram til teir skorða triðja málið, sigur Fróði Benjaminsen.
– Tað er sjálvandi stuttligari at skora, tá vit vinna, men tað er eisini altíð serstakt at skora á landsliðnum, sigur Fróði Benjaminsen.









