Meting: Er tað nakað sum hevur sermerkt hesa vikuna, so er tað vitjanin hjá teimum kongaligu í Føroyum.
Síðani tíðliga mánamorgunin og til hósdagin seinnapartin hava tey ferðast land og ríki runt, og hava heilsað uppá túsundtals føroyingar, sum við spenningi hava sæð fram til hesa vitjanina ? og helst serliga við at fáa eitt eyga á Mary.
Tá ein hevur fylgt við teimum kongaligu kring alt landið, hevur ein lagt merki til, at skráin hevur verið sera stutt og tættpakkað við vitjanum.
Tey skuldi mangan frá einum staði til eitt annað við rúkandi ferð, og eftir fáum døgum hava tey verið í rættiliga mongum støðum kring um oyggjar okkara.
Steðga á
Tá ein tosar við fólk um tað hetta, er støðan tann sama:
- Tey kongaligu hava havt eina alt, alt ov strævna skrá. Tey hava næstan ikki havt tíð til at notið tað, tey hava upplivað, tí tíðin var avmarkað alla tíðina, og tí at tann lagda ætlanin skuldi yvirhaldast minutiøst.
- Eina aðru ferð áttu fyriskipararnir heldur at havt færri vitjanir á skránni, soleiðis at tey kongaligu veruliga kundu steðga á í teimum ymisku plássunum og givið sær tíð at uppliva fólkið og staðið, har tey vitjaðu, siga mong fólk.
Vitjanin hjá drotningahjúnunum í Elduvík var eitt gott dømi um eina vitjan, har tíð veruliga varð givin til ein longri steðg.
Tey komu til bygdina, og fingu hesa løtuna nógv at vita um bygdina og umstøðurnar har, samstundis sum tey fingu notið allan blíðskapin, sum fólkið og kommunan høvdu stáplað uppá beinini.
Tað tóktist eisini, sum bæði Margretha og Heinrikur veruliga fingu notið hesa upplivingina í Elduvík, sum íalt vardi í 50 minuttir.
Annars var skráin sera væl løgd til rættis, og lítil ivi er um, at tá tey kongaligu hava sodnað allar upplivingarnar frá ferðini, munnu tey fara at leingjast aftur til allan blíðskapin, ið teimum varð sýndur hesar dagarnar.









