Revsingin fyri at gera seg kynsliga inn á børn, er ikki stórt harðari, enn revsingin fyri at stjala nakrar túsund krónur.
Tað staðfsti Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, turrisliga í løgtinginum, nú tingfólk hava havt aðalorðaskiftið um heildarætlanina ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Hon er ein av teimum tinglimunum, sum halda, at revsingin fyri at gera seg kynsliga inn á børn, er alt ov lin.
- Revsingin er tann sama fyri at oyðileggja eitt heilt lív, sum hon er fyri at stjala nakrar túsund krónur segði hon.
Hon spyr, hvar virðingin fyri mannalívi er, tá ið revsingin ikki er harðari enn hon er. Hon veit ikki um nakað mál, har revsingin er meiri enn eini tvey ár í fongsul.
- Revsingin fyri at ræna ein barndóm og oyðileggja eitt heilt lív, stendur ikki mát við brotsverki, sigur hon.
Hon sigur, at samfelagið skal staðfesta, at kynsligur ágangur ímóti børnum, verður ikki góðtikin undir nøkrum umstøðum, og at prísurin fyri at gera tað, er dýrur.