Alt ov líti? hvassir

NSÍ venjarin sta?festir, at stóra orsøkin til, at úrtøkan nú fleiri fer?ir hevur veri? soltin, er, at teir hava alt ov lítla tyngd í álopspartinum

Ta? hevur ikki hilnast væl hjá NSÍ nógvu tær sí?stu fer?irnar. Teir hava tapt tríggjar av teimum f?ra seinastu t?dningarmiklu dystunum. Einasta undantaki? var sigurin í hálvfinaluni í steypakappingini á Varmakeldustevnu.
NSÍ venjarin, Jógvan Martin Olsen, ivast ikki í, hvat ta? er, sum er orsøkin til soltnu úrtøkuna:
? Vit fáa alt ov líti? burturúr. Hesa fer? høvdu vit nógvar stórar málmøguleikar. Fleiri fer?ir vóru vi? í yvirtalsstø?um. Spælararnir tykjast taka skeivar avger?ir. Tá i? ta? er upplagt, at teir spæla leysar vi?spælarar, velja teir heldur at royna úti frá, og vi?hvørt er ta? hinvegin. Bjarni Johansen stó? seg ógvuliga væl, men vit mugu eisini taka á okkara kappa, at vit ikki fáa størri úrtøku.
? Hjá VB er Mindaugas ein framúr álopsspælari. Um vit høvdu havt ein av hansara slagi í okkara parti mikukvøldi?, so ivist eg ikki í, at vit høvdu skora? fleiri mál. Men ta? hava vit ikki, og so fæst ikki úrtøka, hóast uppspæli? er gott, sta?festir Jógvan Martin Olsen.
Ímóti ÍF á heimavølli mánakvøldi? fer NSÍ aftur at hava Jens Martin Knudsen millum stólparnar.