Alt ov dýrt at ferðast við Strandferðsluni

Johan Dahl, landsstýrismaður, skal nú greiða frá, nær prísirnir at ferðast við Strandferðsluni, lækka

 

Nær verður tað bíligari at ferðast við Strandferðsluni.

 

Hetta er tann einfaldi spurningurin, Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.

 

Tað er Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum vil hava greiði á málinum.

 

Tað er púra órímiligt at tann, sum siglur aftur og fram úr Skopun við bili, skal rinda 1.690 krónur um mánaðin fyri at ferðast til arbeiðis í Havn, men tað kostar 600 krónur um mánaðin at ferðast til og úr Miðvági, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

- Uppaftur verri er lutfallið, tá um familjur ræður, tí meðan tunnilskipanin avroknar fyri bil uttan mun til ferðandi, avroknar Strandfaraskip Landsins fyri bil og øll ferðandi, leggur tingmaðurin afturat.

 

Hann vísir á, at fyri jól samtykti løgtingið, sum eina neyðloysn, at játta 1,5 Strandferðsluni 1,5 milliónir krónur tí endamáli at lækka ferðaseðlakostnaðin 10 – 15 prosent.

 

Júst um sama mundið, gjørdu leiðslurnar fyri ávíkavist Vágatunnilin og Norðoyatunnilin av, at lækka kostnaðin at koyra gjøgnum tunlarnar, við líknandi upphæddum.

 

Á nýggjárinum vórðu nýggju, lækkaðu, ferðagjøldini sett í verk fyri tunnilskoyringina, men enn frættist einki viðvíkjandi príslækkingini umborð á Strandfaraskipunum.

 

Páll á Reynatúgvu minnir eisini á, at Løgtingið samtykti fyri nærum tveimum árum síðani, at Johan Dahl skuldi gera eina frágreiðing til Løgtingið um at javnseta ferðaseðlakostnaðin, men framvegis er eingin frágreiðing komin.

 

Johan Dahl skal svara einaferð, tá ið Løgtingið kemur saman aftur nú  eftir jól.