Alt meginøkið myrkt í trý korter

Tveir motorar á Eiðisverkinum koplaðu úr og elvdi til streymslit

Fyri lítlari løtu síðani koma streymurin aftur í øllum meginøkinum, eftir at hann hevur verið burtur í trý korter nú seinnapartin.

Finn Jacobsen, rakstrarleiðari hjá Sev, sigur, at tann heilt ítøkiliga feilin hava tey ikki funnið enn.

Men hann sær, at tað eru tveir motorar á Eiðisverkinum, sum havva koplað úr.

 

Les eisini: Streymurin farin um alt landið

 

Eiðisverkið gekk við fullari megi, tá ið tveir motorar koplaðu úr, sigur hann.

Motorurin á Sundsverkinum roynir at lofta brekinum og at gera meiri streym, men tað orkaði hann ikki so so reyk hann eisini.

Tí varð myrk, sigur Finn Jacobsen.

 

Tað vóru allar Føroyar, sum mistu streymin, uttan Suðuroy, og útoyggjarnar, Fugloy, Koltur, Mykines, Stóru Dímun, Skúvoy, sum ikki mistu streymin .Tær oyggjarnar eru í sjálvstøðugum el-skipanum, men restin av landinum er í meginkervinum hjá Sev.