Alt Liverpool í skeljasori

Premier League: Liverpool tapti aftur greitt, meðan Everon nú er í veruligum niðurflytingarvanda

Fimm dystir hava verið í 19. umfari í Premier League í dag. Fyrr í dag vann Manchester United 2-1 á Manchester City. Klokkan 15 vóru fýra dystir. Liverpool tapti púra greitt 3-0 móti Brighton og grannarnir úr Everton er undir niðurflytingarstrikuni, eftir at hava tapt 2-1 á botnproppinum Southampton.

 

Liverpool var farna kappingarár eitt stig og ein sigur frá at vinna fýra steyp í sama kappingarárið. Tað verður ikki sama søga hetta kappingarárið, tí Liverpool tapti í dag 3-0 á útivølli móti Brighton. Eitt er at tapa – eitt annað er mátin tú tapur uppá, plagar at vera sagt um støðuna hjá einum fótbóltsliðið.

 

Brighton vísti seg frá síni góðu síðu við góðum spæli og vandamiklum álopum, men tað skerst ikki burdur, at Liverpool als ikki líkist sær sjálvum. Viðmerkjarar og ítróttarskrivarar kalla avrikið í dag fyri tað ringasta undir leiðslu av Jurgen Klopp. Liverpool liggur nú á 8. plássi og langt er upp til Champions League plássini.

 

Hitt felagið í Liverpool – Everton – er eisini í kreppu. Viðhaldsfólkini eru í øðini inn á eigararnar og leiðsluna. So nógv óð, at leiðslan í felagnum fekk boð um ikki at møta til dystin í dag, tí stemningurin var so hóttandi í samband við mótmælistiltøk.

 

Á vøllinum var trýst á bæði Everton og Southampton. Gestirnir liggja niðast, men vunnu í vikuni á Manchester City í Liga Cup. Tað tóku teir við á Goodison Park. Sjálvt um Everton kom á odda 1-0, so vunnu gestirnir 2-1 við tveimum málum frá James Ward-Prowse.

 

Everton og Southampton liggja nú undir niðurflytingarstrikuni saman við West Ham á 15 stigum. West Ham hevur eisini eitt vánaligt kappingarár og tapti 1-0 móti Wolverhampton. Fulham hevur sett yvirleggjaran fyri uppflytararnar, men Nottingham Forest hevur eisini slitið seg leyst av niðurflytingarstíðnum – fyribils – við einum sigri á Leicester í dag.

 

1Arsenal17142140:1444
2Manchester City18123346:1839
3Manchester Utd18122429:2138
4Newcastle1898132:1135
5Tottenham18103537:2533
6Fulham1994632:2831
7Brighton1893635:2530
8Liverpool1884634:2528
9Brentford1868430:2826
10Chelsea1874721:2125
11Aston Villa1974822:2725
12Crystal Palace1764717:2522
13Nottingham F.1955915:3420
14Leeds1845926:3317
15Leicester19521226:3317
16Wolves19451012:2717
17Bournemouth18441018:3916
18West Ham19431215:2515
19Everton19361015:2615
20Southampton19431217:3415