Alt liðið til sølu

Eftir at Port Vale um vikuskiftið tapti 1-3 móti Notts County í fjórðbestu ensku deildini, hevur venjarin hjá liðnum, Mickey Adams, eftir øllum at døma fingið nóg mikið. – Tað býr einki persónligt aftanfyri, men áskoðararnir hjá okkum hava betur uppiborið, og tí havi eg sett alt liðið til sølu, segði Mickey Adams við BBC. Port Vale fekk annars eina góða byrjan upp á kappingarárið, men seinastu tríggjir dystirnir hava bert givið eitt stig.