- Alt kollapsaði

Royndi vongspælarin hjá vestmenningum, Harald Bjørgvin, hevur upplivað nógv, síðani hann í 1989 á fyrsta sinni royndi seg á besta liðnum hjá vestmenningum, men ein slíkan dyst sum finaluna leygardagin, hevði hann ongantíð áður verið úti fyri.
- Eg veit ikki, hvat tað er, sum hendir. Her kollapsaði alt hjá okkum, og eg havi ongantíð áður verið úti fyri slíkum. Vit hava ein heilan hálvleik at vinna dystin í, tí vit eru bara aftan fyri við tveimum málum í steðginum, men tað riggaði einki. Vit byrja 2. hálvleik í yvirtal, men ístaðin skora teir. Høvdu vit skorað fyrsta  málið í 2. hálvleiki, var bara eitt mál á muni, greiddi Harald Bjørgvin frá eftir dystin.
 
Spæligleðin á muni
Sjálvur helt Harald Bjørgvin, at tað var ein týðuligur munur á liðunum báðum í finaluni leygardagin.
- Størsti munurin á liðunum í dag var spæligleðin. Teir vóru nógv glaðari fyri at spæla hondbólt enn vit í dag, og tí er tað eisini fult uppiborið, at teir vinna í dag. Eg haldi eisini, at tað er stuttligt hjá teimum, nú felagið fyllir runt, og eg vil ynskja teimum hjartaliga tilukku við FM-heitinum, segði Harald Bjørgvin.
Hann helt eisini, at tá ið spælið koyrir hjá Kyndli, soleiðis sum tað gjørdi leygardagin, so er einki at gera hjá mótstøðuliðnum.
- Vit royndu at koma aftur í aftur, men alt riggaði hjá teimum, og allir mans hjá teimum raka dagin, og tí gjørdist munurin so stórur, segði Harald Bjørgvin at enda.