Norðoyggjar: Skal ein trúgva teimum útsøgnum sum eru komnar í seinastuni er nógv sum bendir á, at fleiri kommunur í økinum eru sinnaðar fyri størri samstarvi.
Íbúgvararnir í Svínoy vóru ikki í iva um at fara upp í Klaksvíkar kommunu. Við eina fólkaatkvøðu um spurningin, vóru nærum allir fyri eini samanlegging við Klaksvík.
Borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð, er somuleiðis sinnaður fyri hesum. Við sjónvarpið segði hann í farnu viku, at tey ætla at tosa við Klaksvík um hetta.
Líkt er til at klaksvíkingum dámar væl hetta útspælið, og er ætlanin at hava tann fyrsta fundin við tey longu í næstu viku.
Fyri og ímóti
Hóast hetta arbeiðið er farið í gongd, eru fleiri av kommununum, sum ikki enn eru komnar so langt á hesi leiðini.
Borgarstjórin í Hvannasundi, Júst Poulsen, er sjálvur als ikki heitur fyri eini samanlegging, eru kortini samráðingar millum Hvannasund og Klaksvík um hetta málið beint nú.
Ein samráðingarnevnd arbeiðir í hesum døgum við spurninginum, og er ætlanin at finna ein leist, sum helst fer at miða eftir eini samanlegging í framtíðini.
- Eg haldi at samráðingarnar við fólkini úr Hvannasundi hava gingið sera væl, staðfestir borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen.
Byrjaðu í Kalsoy
Steinbjørn O. Jacobsen er sjálvur sera heitur fyri øktum samstarvi í Norðoyggjum.
Tað byrjaði í hesum umfarinum við, at Mikladalur og Trøllanes komu upp í Klaksvíkar kommunu. Men aðrar kommunur standa næstar í røðini.
- Onkustaðni skal ein væl byrja, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Tað var bygdarráðið í Svínoy sum kom við ynskinum um samstarv og samanlegging við Klaksvík.
Svínoy er ein kommuna við lítlum fólkatali, men stórari vídd. Hinvegin ynskir oyggjarfólkið betri ferðasamband, tí framtíðin á oynni er treytað at góðum ferðasambandi til meginøkið.
Tann dagin, ið ferðasambandið verður í lagi so ella so, verða góðir møguleikar fyri eini framtíð í Svínoy.
Har er ein smoltstøð, sum ikki er virkin í løtuni, og kemur annað virksemi í bygdina, kemur lív í hana aftur.
Fundur um læknaskipanina
Hóast Norðoyggjar ikki enn eru skipaðar sum ein einstøk kommuna, eru kommunurnar kortini felags um ávísar uppgávur.
Millum hesar er tann týðandi kommunulæknaskipanin. Trupulleikin hevur bert verið hann, at klaksvíkingar hava goldið allar útreiðslurnar til rakstur, hóast skipanin er galdandi fyri alt økið.
Týsdagin kallaði Steinbjørn O. Jacobsen umboð fyri allar kommunurnar inn til fund at tosa um hetta evnið.
- Tað búgva eini 1000 fólk uttanfyri Klaksvík, og tí er tað eitt sindur órættvíst at hinar kommunurnar í økinum ikki gjalda til skipanina, sigur borgarstjórin.
Arbeitt verður nú við eini loysn – einum sonevndum býtislykli – har hvør einstøk kommuna fer at gjalda til skipanina eftir fólkatalinum har.
Staðfest varð á fundinum, at tað stendur ikki ov væl til við kommunulæknum í Norðoyggjum. Í løtuni er bara ein fastur lækni, meðan ein er noyddur at dúva uppá avloysarar, sum bæði hava íbúð, bil og skrivara.
- Hetta er ein støða, sum kostar okkum nógv, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen.