Fótbóltur
Nýggja nevndin í GÍ/LÍF fer alt fyri eitt til verka. Eftir stovnandi aðalfundin í gjár var stuttur fundur, har nevndin skipaði seg. Men longu í annað kvøld verður fyrsti veruligi nevndarfundurin, har karmarnir fyri framtíðar felagsstevið skulu setast í kortið.
Samskipa og savna
Páll Gregersen er nýggjur formaður, og hóast talan er um stórt tak, so leggur hann dent á, at nevndin sum so ikki skal byrja á berum í sínum arbeiði.
- Vit hava jú tvey feløg, sum koyra í fullari ferð. Arbeiðið hjá okkum í hesum verður at samskipa arbeiðið, soleiðis at samanleggingin av feløgunum kann ganga sum best.
- Og tað ivast vit ikki í ber til. Undirtøkan á aðalfundunum í gjár var framúr. Bæði tað at 90% av øllum fundarfólkinum atkvøddi fyri samanleggingini. Men ikki minst tí at uppmøtingin eisini var somikið góð. Har fór nærum maður av húsi at vísa sín stuðul til nýggja felagið, og ein somikið dyggur stuðul ger tað sjálvandi sera hugaligt hjá okkum at fara undir nevndararbeiðið, sigur Páll Gregersen.
Náttúrlig gongd
Páll er ein av teimum, sum alla tíðina hava verið partur av tilgongdini móti eini samanlegging. Og hann er eisini sannførdur um, at hetta er rætta leiðin at ganga.
- Tað eru so nógv viðurskifti, sum tala fyri hesum. Hugsar tú um karmarnar hjá felagnum at virka, so hava bæði Gøtur og Leirvík eitt sterkt vinnulív. Vit hava í tilgongdini kannað eftir, hvussu stuðulin frá vinnulívinum er. Og her er eingin ivi um, at vit hava stóran uppbakning.
- Hartil verða kommunurnar ein kommuna, tá býráðsval verður næstu ferð, og tí er tað kanska eisini náttúrligt, at fótbóltsfeløgini ganga somu leið.
- Men ikki minst tykist hetta eisini vera ein neyðug gongd, um vit framvegis skulu vera við í fremstu røð. Samtíðin hjá okkum gevur greið tekin um, at feløgini, sum hava eitt bakland upp á kanska 1.000 fólk ella so, hava eina trupla tilveru, um tey vilja vinna heilt fram. Tað er ein veruleiki, sum vit mugu fyrihalda okkum til, og við hesum hevur nýggja felagið eitt munandi sterkari bakland, enn feløgini høvdu hvør í sínum lagi undan hesum.
Breitt nevndararbeiði
Á fundinum, sum nevndin hevur í morgin, verður fyrsta takið at gera av, hvussu arbeiðsbýtið í felagnum skal verða.
Her hevur felagið longu gjørt av, at dagligur leiðari verður settur, og er hesin Erik Lervig. Hartil sigur Páll ætlanina vera, at fleiri undirnevndir skulu skipast, soleiðis at felagsarbeiðið hvílir á so nógvum herðum sum gjørligt.
- Starvsnevndin sjálv skal so í fyrsta lagi vera tann, sum útdelegerar arbeiðið. Og sjálvandi verður samrenningin millum feløgini eitt øki, sum vit koma at gera nógv við fyrstu tíðina. Bæði við at fáa alla organisatiónina og allan fíggjarpartin av rigga saman. Men eisini skulu vit syrgja fyri, at hetta verður gjørt á ein hátt, soleiðis at fólk úr bæði Leirvík og Gøtum alla tíðina kenna seg sum part av felagnum.
- Tí er avgerð eisini tikin um, at búnin hjá Formula-liðnum skal gerast av nýggjum, heldur enn at nýta búnan hjá antin GÍ ella LÍF. Og fyribils er navnið tí eisini GÍ/LÍF. Liturin á búnanum verður helst eitt av fyrstu málunum, sum vit taka upp, og so er tað als ikki óhugsandi, at bæði navna- og búmerkjakapping verða næst á skránni hjá nýggja felagnum.