Komi til hús aftaná loknan arbeiðsdag. Snari lykilin í úthurðini og mest sum detti um lýsingarabunkan í durinum. Havi bestan hug at hirða allan bunkan í ruskílatið beinan vegin, men fái so eyga á ein brævbjálva í øllum rokanum. Toll-og Skattstova Føroya, hygga síggj; skræði skjálghentur brævbjálvan upp, eyguni leita flakkandi niður eftir síðuni, og har?, ja, har stendur tað ? allar niðast: 496 kr. aftur.
Jú, soleiðis var eisini hesa ferð. Pengar aftur, ikki so nógv, men tó? Ein ófør skattaskipan vit hava. Gevur tú rættar upplýsingar upp við ársbyrjan, so passar skatturin næstan upp á oyrað, tá árið er úti. Men hví fái eg so lítið aftur? Er skatturin ikki nógv for høgur? Nær fáa vit ein skattalætta, sum munar? Munnu ikki nógv hugsa soleiðis?
Men spurningurin er, um skatturin er ov høgur. Kanska skulu vit venda málinum á høvdið og gleðast um at búgva í einum samfelag við høgum skattatrýsti, tí tað eru løtur her í lívinum, tá tú beinleiðis kanst gleðast um at rinda skatt. Eina tílíka gævustund hevði eg, so løgið tað ljóðar, í sjálvum jólamánaðinum í fjør, tá trýstið annars er øgiligt á pengapungin. Tá hendi tað ? kanska banala ? at eg breyt handliðin í einum annars siðiliga spældum flogbóltsdysti. Eg fór so út á skaðastovuna, har ein fryntlig sjúkrasystir tók ímóti, og eg fekk kært mína neyð og elendigheit. Vit samdust um at bíða til dagin aftur; so aftur á skaðastovuna, har ein onnur líka fryntlig sjúkrasystir og ein fittur abbaligur lækni tóku sær væl av mær. Í røntkuni sást einki brot, men eg var biðin at koma aftur tvær vikur seinni, og tá sást brotið. So var væl og virðiliga gipsað, og tey løgdu mær eina við at koma aftur, um eg føldi mær nakað. Átta vikur í gipsi.
Tá átta vikur eru farnar, verður gipsið tikið av og so beina leið í ergoterapiina til venjingar, og har skal eg so ganga í aðrar átta vikur; og her eru terapeutarnir líka so fryntligir og fyrikomandi sum starvsfókini á skaðastovuni, hóast hølið ikki er stórt frægari enn ein gamal egningarskúrur; kaffi og hugnaprát, so tú næstan gloymir, at tú ert staddur á einum sjúkrahúsi, og leggið til merkis: Alt ókeypis! Og tað er galdandi fyri øll. Høgan sum lágan, ríkan sum fátækan.Tað er sum í Halgubók, tað er fullgjørt. Óført!!
So eg haldi ikki, vit skulu vera so kedd, um vit gjalda ein trivaligan skatt, tí vit fáa so sanniliga nakað aftur fyri. Lat okkum heldur minnast orðini hjá einum kendum manni:
»Don?t ask what your country can do for you, but what you can do for your country«.
Tá byggja vit land; ja møguliga átti Karsten at smekka eitt hálvt procent upp á skattin aftrat, so vit ? tá vit ringja til kommunulæknan ? sleppa undan tí obligatoriska, irriterandi spurninginum: »Nær ert tú føddur?«
GG: Og nú vit eru í holtur við at hækka skattin, so kunnu vit gott leggja eitt hálvt prosent afturat til sjónvarpið, so vit kunnu fáa eitt føroyskt tjóðarsjónvarp, ið sømir seg eini komandi tjóðveldi.