Lagið er gott, og fagnaðurin er stórur í kvøld. Bæði í Reykjavík og kring alt Ísland og ikki minni í íslendsku HM leguni í Kristianstad í Svøríki.
Íslendska manslandsliðið í hondbólti hevur í kvøld spælt fyrsta dystin í innleiðandi umfarinum í HM endaspælinum. Íslendingarnir hittu í Kristianstad í Svøríki Portugal, og íslendingarnir vunnu 30 – 26 eftir hálvleiksstøðuna 15 – 15.
Fyrstu løtuna sá tað sera sannføran di út hjá íslendingum. Tað var sum at skera í bleytt smør, tá ið Ísland í handavend legði seg framum 7 – 3. So fótaðu portugisar sær so við og við, og við brotskasti, tá ið fyrri hálvi tímin var farin, javnaðu teir 15 – 15.
Eftir steðgin gekk tað javnt á. Íslendingar vóru alla tíðina stinnir í verjupartinum, og Björgvin Páll Gústavsson í málinum stóð seg væl. Eftir steðgin gekk tað eina løtu eitt sindur striltið í álopsspælinum, og tá ið átta minuttir vóru eftir, var støðan 24 – 24. Men so glapp, og síðstu løtuna kókaði íslendska legan í Kristianstad Arena.
Toppskjútti hjá Íslandi var vinstri vongur Bjarki Már Elísson við 9 málum, og Ómar Ingi Magnússon skoraði 7 mál.
Ísland – Portugal 30 – 26 (15 – 15)
Ísland: Viktor Gísli Hallgrímsson (M), Björgvin Páll Gústavsson (M). Óðinn Þór Ríkharðsson, Janus Daði Smárason, Aron Pálmarsson, Viggó Kristjánsson , Bjarki Már Elísson, Elvar Örn Jónsson, Gísli Þorgeir Kristjánsson , Ýmir Örn Gíslason , Ólafur Guðmundsson, Ómar Ingi Magnússon, Elliði Snær Viðarsson, Hákon Daði Styrmisson, Arnar Freyr Arnarsson, Sigvaldi Björn Guðjónsson.