- Tað er altíð hugaligt við einum herðaklappi.
Tað segði Jón Danielsen, stjóri á Articon, við Rás2, eftir at hann á leiðaradegnum hjá Synergi varð avdúkaður sum ársins privati leiðari.
Hann nevndi í takkarrøðu síni, at hóast tíðirnar ikki eru tær bestu, so kann tað í ávísum førum vera lættari fyri ein leiðara at fáa tað besta burtur úr tí tilfeingi, hann hevur uttan um seg.
- Tað er eingin loyna, at støðan innan byggivinnuna ikki er hin besta í løtuni, men eg haldi at vit hava tað rímiliga gott kortini, og vit síggja upp á framtíðina rímiliga positivt, segði Jón Danielsen.
Hann heldur, at hetta gevur áræði at halda fram, eins og tað er eitt prógv fyri starvsfólkið, at fyritøkan er á rættari leið.
- Tað krevst eisini í dag, at allar góðar kreftir ganga saman, segði Jón Danielsen við Rás2.
Fyri almenna sektorin var tað Tormóður Stórá, stjóri á Psykiatriska deplinum ársins leiðari.
Sum eina grundgeving nevndi dómsnevndin, at Tormóður Stórá hevur víst á gongdar leiðir innan psykiatriska økið, eins og hann hevur verið sjónligur í almenna rúminum.
Men verður nóg nógv ljós varpað á økið hjá Tormóði Stórá.
- Nei, tað verður tað ikki, og tað er so ein av uppgávunum hjá okkum, sum arbeiða innan økið. Hetta er jú eitt øki, sum nógv tabu er knýtt at, og tabu er jú vantandi vitan, so tað ræður um hjá okkum at skapa meiri vitan um psykiatriina, segði Tormóður Stórá.
Og tað, at stjórin á Psykiatriska deplinum nú er valdur til ársins almenna leiðara vísir, at fólk hava fingið eyga á økið.
- Eitt slíkt herðaklapp er ógvuliga fløvandi og gevur áræði at halda fram við tí arbeiði, sum eg havi gjørt, segði Tormóður Stórá.