Tað hevur verið avbera friðarligt í nátt – og tað er rætt og slætt tí, at einki fólk hevur verið í býnum.
Í royndunum at forða fyri at corona-smittan skal breiða seg ov skjótt, mæltu myndugleikarnir fyrr í vikuni til, at hesar báðar næstu vikurnar skuldu øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
Og løgreglan sigur, at hesi tilmælini vórðu fylgd. So alt varð lukkað í nátt, og av tí sama var heldur einki fólk í býnum.
Løgreglan sigur, at tað einasta tey hava havt at gera er, at ein bilførari er tikin fyri at koyra við kenning í nátt.