Alt gleið væl niður

- Skulu vit taka borgarafundin sum barometur, vóru fólk væl nøgd við ta kunning, sum Landsverk legði fyri kvøldið.

Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, heldur, at borgarafundurin í Húsavík seinasta týskvøld var sera positivur. Hon er fegin um góðu uppmøtingina og heldur fyri, at skulu vit taka fundin sum barometur, vóru fólk eftir øllum at døma væl nøgd við ta kunning, sum Landsverk legði fyri kvøldið.

 

Borgarstjórin vísir á, at bygdaráðið leypandi hevur fingið góða kunning frá Landsverki, og tí var sum so einki nýtt í framløguni týskvøldið. Verkætlanin hevur sínar avbjóðingar, bæði fyri Landsverk og Húsavíkar kommunu.

 

- Eg haldi, at borgarafundurin vísti, at fólk sum heild vilja standa saman um at loysa tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Her vóru eingir kritiskir spurningar, sum kundu bent á, at fólk eru órógvað ella misnøgd, sigur hon.

 

Landsverk hevur snakkað við eigarar, sum eiga lendið, har tunnilsmunnin verður, men annars eru aðrir eigarar, sum enn ikki eru spurdir. Men, hóast hetta, vóru eingir spurningar úr salinum týskvøldið um ognarviðurskifti.

 

Brynhild Sørensen vísir á, at lokala friðingarnevndin í sýsluni var í Húsavík og Dali og vitjaði hin 21. desember í fjør, men tey søgdu seg ongar viðmerkingar hava til verkætlanina. Nú liggur so málið í yvirfriðingarnevndini, og vit duga sjálvandi ikki at siga, hvørja niðurstøðu tey fara at koma til.

 

Borgarstjórin sigur, at sambært Landsverki verður ferðslan í bygdini ætlandi leidd eftir niðara vegi, tá tung ferðsla fer at koyra eftir ovara vegi. Tá kann so meginparturin av ferðsluni, sum verður í bygdini annars, fara heim um Garð, sum tey siga í Húsavík.

 

Ein av avbjóðingunum verður at finna eitt hóskandi lendi í bygdini til at skilja og goyma grót á, og tað er umráðandi fyri Landsverk, at hetta økið ikki liggur ov langt burtur frá tunnilsmunnanum, so koyringin verður sum minst.

 

- Her verður arbeitt við tveimum ætlanum, og sum eg havi skilt, er ynskið hjá Landsverki, at ætlaða økið, har gótið skal leggjast og skiljast, helst verður einar 4000 fermetrar stórt. Kommunustýrið hevur víst á eitt lendi inni í bønum á umleið 2200 fermetrar, sum vit eiga, men sum skilst er hetta økið ikki serliga væl egnað.

 

Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu fegnast saman við bygdaráðnum og fólkinum í kommununi annars um, at tunnilsverkætlanin nú er beint fyri stavn. Hon sigur, at tey í bygdaráðnum hava fingið at vita, at trygdin á Dalsvegnum er í vanda, og slíkt hvørki vil – ella kann – nakar hava sitandi á sær.

 

- Dalstunnilin er ein sonevnd myndugleikaverkætlan, har myndugleikarnir stýra allari verkætlanini. Men, sum nevnt, hava vit fingið góða kunning, og vit royna so eisini at kunna okkara borgarar um tað, sum liggur fyri framman, sigur Brynhild Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu.