FLOGBÓLTUR: Seinasta vikuskiftið var flogbóltsskúli í Havn.
Okkurt um 80 børn í aldrinum 14 ár vóru í tveir dagar saman á flogbóltsskúlanum. Byrjað varð leygarmorgunin kl. 10.00 og hildið varð fram til sunnukvøldið.
Skúlin var í høllini á Stórheyggi og í Venjingarskúlanum, og tað gekk uppá stás.
Høvuðsleiðari var Kjeld Klintø, og saman við føroyskum hjálparfólki tók hann sær av venjingini og skúlanum annars. Feløgini kring landið sendu eisini leiðarar við sínum spælarum til skúlan.
Flogbóltsskúlin var bert fyrsti partur av fyrireikingunum til nýggja flogbóltsárið. Hetta vikuskiftið skipar Flogbóltssambandið fyri venjaraskeðum.
Skeiðið er í tveimum, K1 er fyri øll, meðan K2 er fyri tey, sum hava verið á fyrra skeiðnum, og harvið hava lagt botn í. Venjaraskeðini vera á Eysturskúlanum í Havn og varða frá leygardagnum til sunnudagin.