Alt gekk upp á stás við Brúnna

Fyriskipararnir av festivalinum við Brúnna í gjár eru sera væl nøgdir við tiltakið

Hans Olivur Joensen, ein av fyriskiparunum, sigur, at festivalurin gekk upp á stás í gjár.

 

- Vit høvdu munandi fleiri fólk í ár, enn vit høvdu í fjør, og veðrið var eisini betri í ár enn í fjør, tá ið tað regnaði av grimd, sigur hann.

 

Eitt av hæddarpunktunum á festivalinum í ár var framførslan hjá Týr í nátt, og Hans Olivur Joensen sigur, at tá var veruligur festivalstemningur á økinum.

 

- Tá stóðu kanska eini 800-900 fólk og hoppaðu og sungu við, sigur hann.

 

Fyrireikararnir høvdu eisini eitt yvirraskilsi til festivalgestirnar. Lýst var við einum tiltaki, sum kallaðist Nørður. Talan var um eina framførslu hjá einum føroyskum tónleikara á einum óvanligum stað við festivaløki.

 

- Tað var so Hanus G. Johansen, sum hevði eina framførlsu inni í svimjihøllini í skúlanum, har hann sat í einum norskum árabáti og framførdi, og tá vóru fólk vóru ordiliga hugtikin, sigur Hans Oliver Joensen.

 

Myndir og annað frá festivalinum við Brúnna verður í Sosialinum í morgin.