Alt gekk sum ætlað við Norðoyatunlinum

Hósdagin í farnu viku fekk Bjarni Djurholm handaðan tann endaliga byggiroknskapin fyri Norðoyatunnilin frá stjóranum, Dávid R. Hansen og nevndarformanninum Bergi í Garði.

Her verður víst á, at arbeiðið gjørdist bæði bíligari og skjótari enn mett, og at ferðslan hevur verið størri mett. 

Mett varð upprunaliga, at einir 1500 bilar í miðal fóru at koyra gjøgnum tunnilin um samdøgrið. Í fjør koyrdu 1544 bilar um dagin. 

– Vit fegnast um, at rúm hevur eisini verið fyri at gera góðskubetringar í ljósskipanini og at tilbúgvingarætlanin er sett í verk. 

Tunnilin lat upp fyri ferðslu 29. apríl í fjør, og var hetta umleið tríggjar mánaðir fyrri enn ætlað. 

Samlaða kapitalforbrúkið fram til henda dag var 378 mió krónur.