Klaksvík: Nú fyrsta summarstevnan er farin aftur um bak, kunnu tey í nevndini í NFÍ anda lættan.
Alt arbeiðið við at fyrireika Norðoyastevnuna hevur nú staðið sína roynd um vikuskiftið.
Tey høvdu fyrireikað eina stevnuskrá eftir besta førimuni. Hóast mong halda, at stevnan líkist ov nógv teimum undanfarnu, fegnast fyrireikingarnevndin um tiltakið.
- Eg haldi, at talið av fólki var nakað tað sum undanfarin ár. Rættiliga nógv fólk vóru alla tíðina við tivoli-økið og nógv fólk í dansi. - Bæði kvøldini vóru um 1000 fólk tilsaman í dansi, sigur formaðurin í NFÍ.
Nevndin fer ein av fyrstu døgunum at hittast aftur, fyri at gera upp úrslitið fyri stevnuna og at eftirmeta Norðoyastevnuna 2007.
Skiftandi veður
Undan stevnuni høvdu fyrireikararnir fingið lovað skiftandi veður frá veðurfrøðingunum. Og hetta vísti seg eisini at verða so.
Leygardagin varð sagt um veðrið, at tað fór at verða yvirskýggjað, møguliga við ælaveðri og ráligt. Serliga undir kappróðrinum var kalt í veðrinum.
Av hesi orsøk vóru ikki so nógv fólk á bryggjuni undir róðrinum, men sum skilst sótu fólk í rættiliga nógvum bilum ístaðin og fylgdu róðrunum.
Onkur vildi vera við, at tá tey bæði 10-mannaførini komu á mál, var so at siga einki fólk eftir á havnarøkinum.
Hinvegin hilnaðist sunnudagurin munandi betri til veður.
- Ja, hetta var ein sera góður dagur. Nógv fólk høvdu tað eisini á orði, hvussu vakurt tað var at hyggja norðureftir móti Nestindum, greiðir Jákup frá.