Alt frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur

Fyritøkan Sp/f A.H. Jensen í Havn selur alt innan reingerð líka frá vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur. Eisini til bilar og bilvinnuna hevur fyritøkan nógv at bjóða

Tað er Åge H. Jensen í Havn, sum eigur og rekur Sp/f A.H. Jensen.

Síðan 1991 hevur hann selt ymisk reingerðingsevni. Fyri góðum trimum árum síðan lat hann egnan handil upp í leigaðum hølum í Stoffalág.

Havn selur alt innan reingerð líka frá smáum vaskiklútum til stórar reingerðingsmaskinur.

Til bilvinnuna og ídnaðin selur fyritøkan nógv ymisk reingerðingsevni sum t.d. "Ren Ultra Grovent", ið er vatnbaserað og serliga væl egnað til grovreingerðing av gólvum og maskinum í idnaðinum. Evnið er eisini til at vaska bilar við og fer væl við lakkinum.

Eitt annað evnið er "Lensitil Top",ið er serliga ætlað til reingerðing av lastvognum og bussum og til presendingar, chassisrammur og motorar. Evnið kann brúkast í hátrýstreinsarum og í automatiskum vaskiskipanum.

"Lensitil Autoshampoo" við voks er til allar lakkeraðar metallyvirflatur, evnið ger at yvirflatan verður blonk og tekur olju, skitt, insektir og trafikkfilm.

"Turbo-Rens" er til dagligu reingerðingina innan flutningsvinnuna og ídnaðin. Evnið er umhvørvisvinarligt, virkar skjótt og upploysir feitt og olju.

Sp/f A.H. Jensen hevur eisini latið fleiri stórar Taski-reingerðingsmaskinur til ítróttarhallir og til stór virkir, har gólvvíddin er stór.

Fyritøkan selur bæði til privatfólk og til ídnaðin, og vørur verða sendar um alt landið.