Fyri trimum árum síðan keyptu Regin Joensen og Óli Hansen P/F Vestmanna Timburhandil, og nú hava teir eisini leigað bygningin í Kollafirði, har Langasandur Timburhandil var í mong ár.
Um orsøkina til at teir júst hava valt Kollafjørð, siga eigararnir, at síðan Vágatunnilin lat upp, liggur Kollafjørður sera væl fyri, tað tekur eins umleið 15 minuttir at koyra úr Vágum, Eysturoynni, úr hinum bygdunum á Streymoynni og úr Havn.
Bygningurin er 700 fermetrar, harav byggibúðin er umleið 120 fermetrar. Umframt er eisini uttandura timburgoymsla.
Hjá P/F Fjarðahús, byggibúð og timburhandli kunnu fólk keypa alt frá seymi til eini heil hús, siga eigararnir av nýggja timburhandlinum. Handilin selur eisini VVS-vørur, útgerð til frítíðarfiskarar, og gávulutir.
Framleiðslan av Fjarðahúsum er í Vestmanna, har starvast fýra fólk og í Kollafirði eru tey seks. Umframt hesi hevur fyritøkan samstarvsavtalur við 20 timburmenn, sum seta húsini upp.










