Alt fleiri palestinsk børn fella fyri ísraelskum kúlum

Ein kanning vísir, at ísraelskir hermenn skutu 115 óvápnað palestinsk børn í fjør.

Palestinsku myndugleikarnir hava leingi skuldsett ísraelsku stjórnina fyri miðvíst at gera seg inn á sivilfólkið í teimum palestinsku økjunum fyri á tann hátt at ræða fólkið frá at seta seg upp ímóti herinum. Palestinararnir hava eisini lagt herin undir at skjóta børn og ung, sjálvt um tey eru óvápnað.

Nú vísir ein kanning hjá amerikansku tíðindastovuni AP, at ísraelskir hermenn skutu 115 óvápnað palestinsk børn og ung í fjør. Tað er sambært tíðindastovuni 50 prosent fleiri enn árið fyri. Tey flestu vórðu skotin, meðan tey stóðu og eygleiddu samanbrestir millum ísraelskar hermenn og víðgongdar palestinar, ella tí tey steinaðu ísraelsk stríðsakfør. Niðurstøðan hjá AP er, at ísraelski herurin megnar ikki at halda palestinska uppreistrinum niðri uttan at drepa óvápnað sivilfólk.

Mannarættindafelagsskapir í Ísrael siga, at hermenninir hava alt ov leysar teymar, og at hermenninir verða ikki revsaðir, hóast teir skjóta óvápnað sivilfólk. Ein talsmaður hjá einum av teimum ísraelsku felagsskapunum sigur, at hermenninir leggja seg ikki eftir at skjóta børn og ung, men at tað tíverri er vorðið siðvenja, at hermenn verða ikki revsaðir, hóast teir gera tað.

Palestinsku myndugleikarnir finnast eisini hvassliga at framferðini hjá ísraelska herinum. Saeb Erekat, sum situr í palestinsku stjórnini, sigur, at talið á palestinskum børnum, sum fella fyri ísraelskum kúlum, er vorðið so stórt, at altjóða samfelagið eigur at kanna viðurskiftini.

Síðani palestinski uppreisturin byrjaði í september í 2000, hava 2.014 palestinar og 713 ísraelsmenn latið lív. Av teimum vóru 275 palestinsk og 72 ísraelsk børn. Nógv tey flestu ísraelsku børnini doyðu í palestinskum sjálvmorðsatsóknum.