Alt fleiri gelda seg

Verður sæð burtur frá 2006, sum var metár, so er talan um støðugt vaksandi tal av føroyingum, sum lata seg sterilisera.

Ikki minst er tað vorðið alt vanligari, at mannfólk gelda seg. Tølini í árligu heilsulýsingini hjá landslæknanum vísa, at 38 menn í fjør fingu játtandi svar upp á umstókn um sterving, og tað eru fleiri enn nakrantíð fyrr. Talið av kvinnum hevur hinvegin verið meira støðugt, um sæð verður burtur frá 2006, sum púrasta brýtur frá gongdini hini árini.

Sambært løgskipanini kann sterving av eini kvinnu verða gjørd uttan loyvi, tá ið viðurskifti bert ella einamest av læknaligum slag gera tað neyðugt at fyribyrgja viðgongu til tess at forða fyri vanda fyri lívi hennara, ella vanda fyri at heilsa hennara fer at versna álvarsliga og varandi. Sterving má í aðrar mátar bert verða framd, eftir at Stervingarnevndin (Sterilisationsnævnet) hevur givið loyvi.