Alt fleiri fáa ilt í búkin sunnanfyri

Donsk tryggingarfeløg hava fingið nógv fleiri fráboðanir um sjúku undir feriu í ár enn í fjør

Donsk tryggingarfeløg hava fingið nógv fleiri fráboðanir frá viðskiftafólki um, at tey eru blivin illa fyri undir feriu sunnanfyri. Vøksturin fyrra hálvár í ár var 35 prosent samanborið við somu tíð í fjør.

 

– Turkaland er eitt dømi av fleiri um væl umtókt ferðamál, har vit hava fingið nógvar fráboðanir frá fólki um, at tey eru blivin illa fyri. Tey hava fingið ilt í búkin, hava leyst lív og spýggja, sigur Louise Hertzum Andersen, stjóri í Gouda Rejseforsikring sambært Ritzau.

 

Eisini tryggingarfelagið Gjensidige sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir um sjúku undir feriu.

 

Fólk hava í fleiri førum havt brúk fyri læknahjálp, og nøkur hava fingið viðferð á sjúkrahúsi.

 

– Vit mæla fólki til at vera varin, tá ið teir til dømis eta úr einari buffet, og at ansa væl eftir reinføri, meðan tey ferðast, sigur Louise Hertzum Andersen.

 

Tryggingarfeløgini rokna við nógvum fráboðanum um sjúku, nú summarferðirnar veruliga byrja, og tey hava sett fleiri fólk av til at taka sær av hesum.