Alt fleiri fáa meira enn eina millión í ársløn

630 fólk forvunnu yvir eina millión í ársløn í 2015

Í 2015 fingu 630 føroyingar eina millión krónur ella meira í ársløn.

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Talið á teimum, sum forvinna millum 1 og 2 milliónir krónur um árið, er nógv vaksið seinastu árini. Í 2013 vóru tey 443 fólk, og í 2015 vóru tey sløk hundrað fleiri, 541.

76 føroyingar forvunnu í 2015 millum 2 og 4 milliónir krónur.

13 føroyingar forvunnu í 2015 meira enn 4 milliónir krónur.