B36-Skála
Leygardagin vann B36 steypafinaluna í fótbólti, og í kvøld skulu teir manna seg upp til dyst í Formuladeildini, sum hevur fingið minni at siga, eftir at liðið hevur tryggjað sær gull og europeiska luttøku. Men B36 hevur framvegis bronsumerkini at stríðast fyri. Mikkjal Thomassen og Obi eru báðir tøkir aftur eftir leikbann í steypafinaluni.
Skála hevur alt sítt fólk tøkt til dystin. Pauli G. Hansen noyddist at gevast í landsdystinum ímóti Fraklandi orsaka av skaða, men hann verður væntandi førur fyri at spæla við ímótu B36. Tað verða eisini allir hinir spælararnir í Skála-hópinum.