Alt fólkið klárt til brakið á Mølini

Bæði EB/Streymur og HB hava allar mans tøkar til nógv umrødda fjórðingsfinaludystin, sum verður á Mølini á Eiði kl. 17.30 í kvøld

Alt fólkið klárt hjá báðum pørtum
 
Bæði EB/Streymur og HB hava allar mans tøkar til nógv umrødda fjórðingsfinaludystin, sum verður á Mølini á Eiði kl. 17.30 í kvøld
 
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
 
Oddaliðið EB/Streymur og liðið á triðja plássinum hittast í kvøld kl. 17.30 til fjórðingsfinaludyst í steypakappingini. Dysturin er settur so tíðliga, tí hóast dysturin er útsettur so nógv og so ofta, so er ikki víst, at alt avgjørt, tá 90 minuttir eru spældir. Stendur á jøvnum skal longd leiktíð spælast, og tí er avgerð tikin um at leggja dystin kl. 17.30, soleiðis at dysturin verður liðugur áðrenn tað er vorðið alt ov seint.
EB/Streymur er fremst í landskappingini, teir hava heimavøll og allar mans tøkar til dystin. Hetta hevur við sær, at teir undir vanligum umstøðum høvdu verið favorittur at vinna dystin. Men í kvøld er umstøðurnar eitt sindur øðrvísi enn vanligt er.
Talan er um steypadyst, ein steypadyst, sum HB fyri alt í verðini vil vinna. Teirra møguleiki at vinna FM er so at siga rokin, so um HB ætlar at fáa gullkrónur hongdar um hálsin í ár, so er einasti møguleikin helst í steypakappingini.
Eisini er tað víst, at leikararnir heldur enn fegnir vilja vísa, at teirra lið er tað rætta, sum er í fjórðingsfinaluni saman við EB/Streymi.
Og HB hevur eisini góð kort á hondini. Allir mans eru tøkir og við sær í skjáttuni hava teir ein tryggan sigur á útivølli móti GÍ. Aftrat tí eru leikararnir helst eyka uppsettir til dystin, og tí eru tað 11 mans við áræði og sjálvsálitinum í ordan, sum fara á vøllin á Mølini í kvøld.
EB/Streymur liggur nummar eitt í deildini. Hetta er ein fullkomiliga óvand støða hjá teimum, og tí vilja teir gera alt fyri at varðveita hetta plássið. Spurningurin er so, hvussu nógv EB/Streymur velur at satsa upp á steypakappingina.
Úr EB/Streymi er svarið, at teir fara inn fyri at vinna dystin. Hinvegin er tað neyvan nøkur vanlukka hjá teimum, um teir tapa. Hjá HB hevði eitt tap komið sera illa við, tí steypakappingin so at siga einasti møguleiki teirra at vinna gull í ár.