Alt Evropa í jólagávu

Føroya Skúlabókagrunnur gevur út eitt Evropa-putlispæl. Hetta er spennandi putlispæl til børn í skúlaaldri, serliga byrjanar- og miðdeild.

 

Putlispælið er sera væl egnað sum jólagáva til børnini. Tað kostar 89 krónur í bókasølunum og leikuhandlunum.

 

Putlispælið er í tveimum. Ein partur er at byggja Evropa-kortið saman, og hin parturin er at seta fløgg og høvuðsstaðir saman við rætta landi.

 

Lutirnir í putlispælinum er soleiðis, at tað er torført at leggja teir eftir skapi, meðan teir eru skjótir at leggja, um tú kennir landið, høvðustaðin og flaggið. Putlispælið er tí sera væl egnað at læra seg landafrøðina í Evropa.

 

Kendir býir, kendar fjallarøðir, høv, stór vøtn, Áir og annað eru eisini á kortinum.