Rættarmál
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
? Altjóða samfelagið hevur leingi málað eina fullkomiliga skeiva mynd av tí, sum hendi í Jugoslavia. Ákærurnar ímóti mær eru vitleysar lygnir.
Soleiðis byrjaði fyrrverandi jugoslaviski forsetin Slobodan Milosevic, tá hann í gjár fór undir at verja seg í dómstólinum í Haag. Hann vildi eisini vera við, at altjóða samfelagið gekk undan í at oyðileggja Jugoslavia.
Milosevic skuldi verið farin undir verjuna fyri langari tíð síðani, men tað er vorðið útsett fleiri ferðir, tí hann hevur ov høgt blóðtrýst. Hann hevur boðað frá, at hann ætlar sær at avhoyra fleiri vitni, men tað er ivasamt, hvussu mong teirra veruliga verða avhoyrd.









