Oyggjaleikir
Heldur fyrivarin enn eftirsnarin, sigur orðatakið, og tað var allar helst eisini hetta, sum lá aftanfyri, tá ÍSF beyð til fundar sunnudagin.
Luttakararnir á fundinum vóru umboð fyri tær ítróttagreinar, sum eru við á Oyggjaleikunum, umframt at fjølmiðlarnir eisini vórðu boðsendir.
Eftir at øll fyrst høvdu fingið venjingarbúnar og annað til ferðina útlutaðar, sessaðust øll við borðið, og síðani greiddu umboðini hjá ÍSF frá teimum lutum, sum kunnu gera seg galdandi á ferðini.
Kannið tryggingina
Umframt at luttakararnir vórðu kunnaðir um fráferð, bústað og onnur praktisk viðurskifti, so mundi mest áhugaverdi ? og helst eisini mest neyðugi - parturin verða, tá tosið fall inn á tryggingarviðurskifti og viðurskifti um sjúku.
Viðvíkjandi tryggingarviðurskiftum varð sagt, at deildarsambondini høvdu ábyrgd av, at íðkararnir vóru nóg væl tryggjaðir. Viðvíkjandi teimum, sum hava eitt arbeiði at gera á ferðini, er støðan eitt sindur øðrvísi. Her er nevnliga neyðugt við serstakari trygging, sum eisini fevnir um tilburðir, sum kunnu íkoma í arbeiðsørindum.
Harumframt varð gjørt vart við, at tað eru ávísar umstøður, sum kunnu viðføra, at tryggingin ikki tekur við, um okkurt skuldi borist at. Eitt nú varð nevnt, at um skaði hendir, og tryggingarfelagið kann ávísa, at talan ikki er um nakað nýtt fyribrigdi, kann hetta viðføra, at tryggingin ikki tekur við.
Yvirhøvur tykjast ráðini hesum viðvíkjandi at vera, at tryggingarskjølini verða gjøgnumgingin undan fráferðini, soleiðis at greitt er, nær tryggingin tekur við - og ikki minst nær hon ikki tekur við.
Heilivágur
Eftir at greitt frá tryggingarviðurskiftunum, fekk læknin hjá ÍSF, Sølvi Winther Olsen, orðið.
Fyrst greiddi hann frá teimum dopingreglum, sum vanliga eru galdandi á Oyggjaleikunum. Hvussu tú kanst fáa lista yvir ólóglig evni, hvussu leiðararnir eiga at bera seg at, um onkur íðkari tekur medisin o.s.fr.
Viðvíkjandi heilivági greiddi læknin annars frá, at í tann mun, sum íðkarar og ferðafólk vanliga gera nýtslu av heilivági, eiga tey at hava egnan heilvág við. Hetta er til dømis galdandi, um talan er um heilivág fyri hoyfepur, høvuðpínu og annað. Sølvi segði tað vera umráðandi, at fólk sjálvi høvdu tann heilivágin við, sum tey vóru von at nýta, og eisini helt hann tað vera eitt gott hugskot, um somikið nógv varð tikið við, at tað ikki ger nakað, um ferðin gest longri enn ætlað.
Annars vísti læknin eisini á, at tað í ávísum førum kann vera neyðugt at hava sonevnt Schengen-pass, fyri at hava heilivág við sær, og heitti hann á fólk um sjálvi at kanna hetta á apotekinum.
Sjúkrakassin
At enda vísti Sølvi á, at Sjúkrakassin hevur somu avtalu við Bretland, sum er galdandi fyri Norðanlondini. Tað vil siga, at um tað verður neyðugt at fólk mugu á sjúkrahús, so kemur hetta undir somu treytir, sum eru galdandi, tá farið verður á sjúkrahús í Føroyum.
Hann vísti tó á, at tað í hesum sambandi er alneyðugt, at viðurskifitini við Sjúkrakassan eru í lagi, at limagjald er goldið, eins og tað er ein fyrimunur at hava sjúkrakassanummarið við sær.
Vónandi verður ikki neyðugt at gera nýtslu av tí, sum nevnt er omanfyri, men hinvegin ger tað neyvan nakran skaða, um luttakararnir eru fyrireikaðir, soleiðis at at sleppast kann undan óneuyðugum trupulleikum, um óhapp skuldu borist at.