Alt er ikki so dapurt

- Gýtingin hjá toski á landgrunninum er beint omanfyri miðal, gróðurin á landgrunninum er yvir miðal, og nógv er til av plantu-og djóraæti eins og av nebbasild. Tað sigur Fiskirannsóknarstovan á síni heimasiðu

Fiskastovnar

 

Tá Fiskirannsóknarstovan gjørdi yngul-og ætikanningar í summar, var nøgdin av toskayngli á landgrunninum miðal, samstundis sum gróðurin á landgrunninum var yvir miðal, og nógv var til av plantu-og djóraæti.

- Eftir at nøgdin av toskayngli í fleiri ár hevur verið minkandi, og seinastu trý árini á sera lágum støði, er nøgdin nú beint omanfyri miðal. Hetta er sera áhugavert, tá hugsað verður um framtíðartilgongdina til toskastovnin.

Fiskirannsóknarstovan sigur, at endaliga boðið uppá, hvussu gýtingin hjá toski hevur hildnast, fæst ikki fyrr enn við endanum av uppvakstrartíðini, sum tikið verður til.

- Sera lítið hevur verið av nebbasild á landgrunninum seinastu trý árini, men í ár bragdaði aftur. Hetta er tað besta árið alt tíðarskeiðið síðan 1997. Tað skuldi tískil verið nógv føði til steðgar, bæði hjá fugli og fiski, nú eisini nógv er til av hvítingsbróðuri, sigur Fiskirannsóknarstovan á síni heimasíðu.

Mangt bendir tí á, at náttúran aftur er við okkum, og tað er altíð hugaligt og plagar at síggjast aftur í veiðini, áðrenn langt um líðir.

Á Føroyabanka gongur verri enn á landgrunninum annars.

Kanningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni vístu, at lítið av plantuæti er at síggja á Føroyabanka, og har var eisini lítið av fiskayngli, sum hartil eisini var smáur.