- M.C., hvussu ber tað til, at tú ert blivin soleiðis?
Tað spurdu eini hjún M.C. Restorff, tá tey vóru komin á Hotel Hafnia at fáa sær ein bita. Tey sipaðu til tónleikin, sum M.C. spældi og gav út. Øll vóru ikki so glað fyri tann heldur popputa gospeltónleikin, sum M.C. spældi, og tað hoyrdi hann mangan fyri.
- Eg var ikki altíð so væl móttikin millum tey etableraðu í samkomuni, tá ið eg kom við mínum gittara, sigur M.C. Restorff.
- Mær hevur altíð dámt væl at syngja sálmar, men eg legði teir til viks eitt tíðarskeið fyri at spæla eitt annað slag av tónleiki. Men líkamikið, um eg havi sungið sálmar ella meira modernaðar sangir, so er alt grundað á eina einfalda barnatrúgv, og tað er tað framvegis, sigur hann.
Sanganna veingir
Um vikuskiftið kemur nýggja fløgan hjá M.C. Restorff út. Fløgan kallast Sanganna Veingir, og hon kemur út 14 ár eftir, at M.C. seinasta gav fløgu út – og 41 ár eftir, at fyrsta plátan hjá MC og hansara fólki kom út í 1971.
Á nýggju útgávuni hevur M.C. fleiri gestasangarar við – eitt nú Finn Koba, Joen Magnus Danielsen og Jenny Old. Hans Poulsen hevur framleitt tónleikin, og beiggi hansara, Óli Poulsen, hevur ljóðblandað og mastrað.
Um vikuskiftið verður fløgan at fáa í høvuðsstaðnum, og fyrst í komandi viku er hon eisini komin í sølubúðir kring landið.









