Tað er lagt upp til ein rættiligan botngysara, tá ÍF í morgin tekur ímóti Sumba.
Enn hevur ÍF ikki vunnið í landskappingini, men teir kunnu minnast aftur á steypakappingina, har teir vunnu heili 11-0 á júst Sumba.
Hinvegin tapti ÍF bert eina viku seinni í Sumba, so tað er ivasamt, hvat fuglfirðingar kunnu brúka tað til.
ÍF-liðskiparin Torstein Joensen breyt beinið í Klaksvík seinasta sunnudag og verður neyvan við aftur í ár, og tað er ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum annars hevur allar mans tøkar (í hagtølunum týsdagin góvu vit Bartali Eliassen eitt gult kort í Klaksvík, men tað var ein villa).
Fyri sumbingar var dysturin móti B68 seinasta vikuskiftið dýrur. Bæði Jan Poulsen og leikandi venjarin Spasojé Biberdzic fingu reytt kort og eru leikbannaðir. Harumframt fekk Sonni Kjærbo sítt triðja gula kort á Toftum og noyðist tí eisini at sita uttanfyri.
Allir hinir skuldu verið tøkir.
Fyrra dystin millum liðini í hesi kappingini vann Sumba 1-0.









