Undtagelsen er onnur bókin hjá Christian Jungersen, sum skrivaði sína fyrstu bók, KRAT, í 1999. Hon fekk góð ummæli, og høvundurin fekk eisini fleiri virðislønir fyri bókina.
Offur ella bøðil?
Undtagelsen snýr seg um fýra kvinnur, ið arbeiða á Dansk Center for Information om Folkedrab (DCIF), har vit fylgja við teimum bæði ígjøgnum tær sjálvar og hinar tríggjar starvsfelagarnar.
Vinkonurnar Malene og Iben arbeiða báðar á DCIF, og tá tær báðar fáa ein lívshóttandi teldupost, uppdaga tær, at tær kanska eru í lívsvanda. Men hvør hevur sent teldupostarnar? Hetta er byrjanin til eina langa sálarliga útgreining av arbeiðsfeløgum og teimum sjálvum. Bókin er fiktión, men nakrar ferðir verður fiktiónin brotin við útgreinandi greinum um sálarfrøðina handan fólkamorð.
Christian Jungersen megnar at vísa á kámaða markið millum at vera offur og bøðil. Tað, Malene og Iben ikki duga at síggja, er, hvussu tær fara við sínum arbeiðsfelaga, Anne Lise. Hvussu tær sálarliga trýsta hana so langt út, har sjálvt ikki Anne Lise sjálv trúði, hon kundi fara.
Bókin snýr seg um happing á arbeiðsplássinum. Nakað, ið spakuliga er við at gerast alt meira vanligt. Óndskap, tá hann er ringastur og menniskjaliga viljan til at yvirliva. Og hvussu onnur (vit sjálvi?) óvirkin kunnu sita og eygleiða, hvussu okkara næstu verða viðfarin, uttan so mikið sum at blanda okkum. Kanska orsakað av ótta?
Samhugin skiftir
44 ára gamli Jungersen er ein framúr góður rithøvundur ongin ivi um tað. Ígjøgnum bókina skiftir sjónarhornið millum tær fýra kvinnurnar á DCIF. Tað, í sær sjálvum, vilja nøkur kanska kalla eitt bragd, tí tað er ikki altíð so lætt, sum tað ljóðar. Og so als ikki á ein so elegantan hátt, sum Jungersen ger tað. Men samstundis sum sjónarhornið skiftir, skiftir samhugin hjá lesaranum eisini til tann, sum nú einaferð er frásøgufólk. Og tað er galdandi næstan heilt til tær seinastu síðurnar í bókini.
Um nakað keðiligt er við bókini, so er tað, at hon er so long. Hon er 620 síður, og til tíðir kann hon virka eitt sindur langdrigin. Men sjálvur hevur høvundurin sagt í eini samrøðu, at tað bar ikki til at stytta hana. Sjálvur kennir hann tað, sum um bókin er ein samandráttur av eini skaldsøgu, ið telur 3000 síður.
Tikin á bóli
Tað besta við bókini er, at hon vísir okkum á, hvussu vit eru før fyri at lúgva fyri okkum sjálvum so nógv at vit sjálvi trúgva tí. Tað er ræðandi. Við teimum sálarligu greiningunum, ið liggja goymdar í bókini sum greinar ella til dømis vitjanin hjá sálarfrøðinginum Grith, gevur Jungersen okkum eitt fast og haldbart grundarlag at halda okkum til. Talan er ikki bert um møsn og ørvitistos.
Høvundurin fangar til seinastu síðu. Og tað er heldur ikki fyrr enn á seinastu síðunum, puslispælið byrjar at ganga upp, og lesarin finnur útav, hvussu alt hongur saman. Tað er sjálvandi lætt at siga, at ein allatíðina hevði ein varhuga av, hvussu spælið hekk saman. Men í og við at sjónarhornini og samhugin skifta, so ber ikki til at siga annað enn, at ein verður, á ein ella annan hátt, tikin á bóli, tá bókin endar. Og tað er eisini at enda í bókini, at bókaheitið gevur meining.
Undtagelsen er ikki ein krimiskaldsøga, men kann viðmælast teimum, ið hava ein serligan tokka til slíkar bøkur. Annars er ikki nógv annað at siga, enn at bókin kann bara viðmælast uttan nærri frágreiðing.
Á www.undtagelsen.dk ber til at taka niður fyrstu tríggjar kapitlarnar í bókini.
Christian Jungersen, Undtagelsen,
Gyldendal, 2004