FJARSKIFTI
Í sambandi við at Kall er farið undir at bjóða fartelefonhald til sínar kundar, hevur fyritøkan samstundis fingið loyvi til at bjóða eitt sokallað ?kombi? produkt.
Í hesum førinum snýr tað seg um, at fastnethaldið verður knýtt saman við fartelefon, og tú fært alla uppgerðina á einari rokning.
Hjá Kalli fáa kundar við hesari tænastuni so avsláttur upp á haldið til fartelefonina, og avsláttturin vekstur alt eftir, hvussu nógv fartelefonhald, ein hevur.
Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki viljað givið loyvi til hetta slagið av produktum áður. Hetta er annars væl kent uttanlands, men Fjarskiftiseftirlitið hevur ikki hildið, at marknaður hevur verið klárur til hetta fyrr enn nú.
Føroya Tele hevur eisini roynt at fingið onkra líknandi skipan, men hetta hevur ikki eydnast teimum.
Øgiliga løgið
Hóast kundar hjá Kall kunnu fegnast um, at teir nú kunnu sleppa eitt sindur bílígari, so er gleðin heldur vorðin til undran hjá Andras Róin, stjóra í Føroya Tele.
?Vit hava nú í tvey ár roynt at fingið loyvi til at veita kombineraðar tænastur, men hetta vorðið avvíst hvørja ferð av Fjarskiftiseftirlitinum, sigur Andras Róin.
Tað eru tríggjar vikur síðani, at Føroya Tele seinast fekk boð frá Fjarskiftiseftirlitinum um, at teir ikki fingu loyvi til at seta teirra produktir saman.
?Hetta er í okkara verð ógvuliga løgið. Vit mugu bara ásanna, at parodiin er fullkomin, sigur Andras Róin.
Grundgevingarnar frá Fjarskiftiseftirlitinum hava áður verið, at kapping ikki hevur verið á øllum økjum, men tá kapping nú er komin, skilur Andras Róin als ikki, at teir ikki kunan fáa loyvi.
?Vit vilja kunnu geva okkara kundum hendan møguleikan. Tað er í síðsta endanum kundarnir, sum missa, sigur Andras Róin.
Gongur væl
Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, letur væl at gongdini hjá felagnum. Hann metir, at teir nú eiga umleið 10-15% av fartelefonmarknaðinum.
Felagið eigur eisini ein fittan part av fastnetkundunum í Føroyum.
Hann sigur, at gongdi hevur verið góð bæði við Frælsi í dós og við teimum ?vanligu? haldunum, sum Kall bjóðaði fram fyri kortum.
Andras Róin sigur, at Føroya Tele hevur merkt kappingina á tann hátt, at framgongdin á teletíðarøkinum er burtur.
?Vit mugu ganga útfrá, at tann framgongdin er farin til Kall, sigur Andras Róin.
Hann heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvørjar
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá Fjarskiftiseftirlitinum.