Alt bráðneyðugt skal gerast í Havn

Í framtíðini skulu allar bráðviðgerðir verða á Landssjúkrahúsinum

 Landssjúkrahúsið skal vera okkara høvuðssjúkrahús og tað merkir, at í framtíðini skulu allar bráðneyðugar skurðviðgerðir verða á Landssjúkrahúsinum. Og allar medisinskar viðgerðir, sum bara kunnu gerast nøktandi á Landssjúkrahúsinum, skulu eisini verða har.

 

Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hon hevur hevur lagt eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu hon ætlar at menna sjúkrahúsverkið hesi næstu árini.

 

Hon sigur, at somuleiðis skulu fleiri serlæknaøki savnast á Landssjúkrahúsinum, men aftur fyri skulu fleiri smærri, tilrættislagdar skurðviðgerðir flytast út á hini sjúkrahúsini.

 

– Hetta setur krøv til, Sjúkraflutningstænastuna og at hon fær ta neyðugu útgerðina. Tað krevur eisini, at starvsfólkini hjá Sjúkraflutningstænastuni kring landið eru væl útbúgvin, og eru minst líka væl skikkaði sum tey eru í londunum rundan um okkum.

 

 

Les eisini: Ein leiðsla skal vera fyri øll trý sjúkrahúsini

 

 

- Í høvuðsheitum skal gransking og útbúgving verða á Landssjúkrahúsinum, men av tí, at alt sjúkrahúsverkið skal leggjast saman undir eina felags leiðslu, ber eisini til at skipa partar av útbúgvingini á hinum báðu sjúkrahúsunum.

 

– Tá ið fleiri smærri skurðviðgerðir verða fluttar av Landssjúkrahúsinum, kunnu læknar í útbúgvingarstørvum fylgja við, og viðgera sjúklingarnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi ella Suðuroyar sjúkrahúsi, undir leiðslu av ábyrgdarhavandi serfrøði, sigur Sirið Stenberg.

 

Tað er ein fyrimunur við at leggja øll sjúkrahúsini saman, tí tá verður talan um eitt og sama útbúgvingarstað.

 

Ein annar fyrimunur er, at tað fer at liggja betri fyri, at starvsfólk í øllum starvsfólkabólkum kunnu flyta ímillum sjúkrahúsini at arbeiða eftir tørvi, og á tann hátt førleikamenna seg til gagns fyri tænastustøðið til sjúklingin, sigur Landsstýriskvinnan.

 

Hon sigur, at tað er eisini ætlanin at skipa eitt sálarfrøðiligt toymið á Landssjúkrahúsinum, sum skal veita heilsu-, kreppu- og neurosálarfrøði.

 

– Toymið skal vera tvørgangandi og skal veita tænastur til sjúklingar eftir tørvi í øllum sjúkrahúsverkinum. Eisini skal toymið hava til uppgávu at undirvísa øðrum fakbólkum um tað sálarfrøðiliga økið.

 

Ætlanin er at seta fleiri fysioterapeutar, ergoterapeutar og onnur heilsustarvsfólk á Landssjúkrahúsinum fyri at styrkja endurvenjingina.

 

Samstundis eru fimm milliónir settar av til nýggjar serlæknar til Landsjúkrahúsið, og Sirið Stenberg droymir um at kunna hækka tað játtanina fimm milliónir krónur um árið, soleiðis at hon verður 20 milliónir í 2020.

 

– So fer at bera til at víðka um serlæknaøkið í sjúkrahúsverkinum soleiðis, at fleiri viðgerðir kunnu bjóðast samstundis, sum vaktarbyrðan ikki verður so tung sum í dag, sigur Sirið Stenberg.