Alt bleiv svart

Fróði Benjaminsen kom av álvara í fokus, tá hann stutt fyri steðgin var beinleiðis partur av hendingini, sum førdi reytt kort við sær til Skála-málverjan

Tá vit eftir dystin tosaðu við Fróða, tóktist hann ikki ivast í, at onkur skuldi fingið reytt. Men um tað var rætti maðurin, sum fekk hetta, hevði hann ikki ánilsi fyri.                       Eg veit væl, at eg komi ov seint til handan bóltin, og tí er tað í lagi við gula kortinum, sum eg fái. Men í aðrar mátar veit ikki so væl, hvat hendir. Eg varð skumpaður afturá, og so fái eg ein ordan bakkaláara frá onkrum. Meira veit eg ikki um hendingina, tí har gjørdist alt púra svart hjá mær eina løtu. Mikkjal segði mær aftaná, at onkur hevði sparkað meg, men tað havi eg so ikki ánilsi fyri sjálvur, segði Fróði Benjaminsen um hendingina.