Alt bendir á at olympisku leikirnir verða útsettir

Eitt av teimum heilt stóru londunum hevur longu boðað frá, at tey senda ikki ítróttarfólk til Japan í summar

 

Nú er tað heilt nógv, sum bendir á, at olympisku leikirnir, sum skulu vera í Japan í summar, verða avlýstir.

Ritzau skrivar í morgun, at nú hevur Japan, fyri fyrsu ferð, reist spurningin um at útseta leikirnar, sum annars skuldu setast 24. juli.

Tað er í kjalarvørrinum á heimsumfatandi korona-kreppuni, at tosað verður um at útseta leikirnar, og Ritzau sigur, at nú hevur forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe sagt – fyri fyrstu ferð – at kanska slepst ikki undan at útseta leikirnar. Men samstundis afturvísir hann staðiliga, at leikirnir verða avlýstir.

Annars veksur trýstið á myndugleikarnir í Japan um at útseta leikirnar. Í hesum sambandi hava fleiri lond strongt á olympisku nevndina um at úseta leikirnar og myndugleikarnir í Kanada hava longu boðað frá, at teir fara ikki at senda ikki ítróttarfólk til olympisku leikirnar.

Eisini myndugleikarnir í Danmark, og í øðrum londum, mæla frá, at leikirnar verða í summar.

Formaðurin í altjóða felagnum fyri frælsan ítrótt, Sebastian Coe, heldur, at olympisku leikirnar missa sítt virði, tá ið ítróttarfólk ikki sleppa at venja á jøvnum føti og tí mælir eisini hann til, at leikirnir verða útsettir.

Í einum brævi til altjóða olympiska nevndina, staðfestir hann, at tað ber rætt og slætt ikki til at hava leikirnar nú koronakreppan herjar heimin.

Hann sigur, at sum umstøðurnar eru, fáa nógv ítróttarfólk ikki vant og tá missa leikirnar sítt virði – og tað er tað eingin sum vil, sigur hann, skrivar Ritzau.

Annars hevur olympiska nevndin boðað frá, at ein avgerð verður tikin í seinasta lagi um fýra vikur.