Alt bendir á arbeiðsvanlukku

Í morgun hevur líksýn verið av manninum, sum í gjár varð funnin lívleysur við eitt alibrúk í Hvannasundi.

 

Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini, sigur, at alt bendir nú á, at talan er um eina arbeiðsvanlukku. Tí er Arbeiðseftirlitið nú vorðin partur av málinum.

- Teirra arbeiði er at kanna, um øll loyvi og trygdarútgerð og annað hevur verið í lagi og aðrar faktiskar umstøður kring vanlukkuna, sigur hann.

 

- Okkara uppgáva er fyrst og fremst at staðfesta, um nakað illgrunasamt er farið fram, men tað er tað ikki í hesum førinum. Einki bendir á, at nakað kriminelt er farið fram, sigur Jón Klein Olsen.