- Alt yvirskotið, Høgni Hoydal og fullveldissamgongan hevði á fíggjarlógini, var danskt.
Tað staðfestur Helgi Arbrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Sambandsmenn og Høgni Hoydal hava rættiliga ligið í orðadrátti seinastu dagarnar um danska ríkisveiting, avlop og hall á fíggjarlógini , førdan fíggjarpoltikk og um ríkisfelagsskapurin er eitt vælsignilsi ella eitt haft um beinið á okkum.
Høgni Hoydal hevur ført fram, at fullveldissamgongan hevði yvirskot og rindaði uttanlandsskuldina niður.
Les eisini: Høgni Hoydal rennur aftur undan ábyrgd
Men hetta páhaldið skjýtur Helgi Abrahamsen niður.
Hann sigur, at tilsamans var avlopið hjá fullveldissamgonguni bara 2,6 milliardir krónur, men í sama tíðarskeiði var ríkisveitingin úr Danmark meira enn fimm milliardir krónur, umframt aðrar ríkisveitingar, sum ikki eru við í ríkisveitingini.
- Tað vil siga, at hvør einasta króna, fullveldislandsstýrið spardi saman, og hvør einasta króna, sum bleiv brúkt til at gjalda skuld við, kom í landskassan sum heildarveiting úr Danmark, sigur Helgi Abrahamsen.
Les eisini: Løgmaður hevur gjørt eitt bragd
- Og harumframt rindaði heildarveitingin 2,5 milliardir krónur fyri rakstrarútreiðslur hjá fullveldislandsstýrinum hesi árini, umframt at aðrar ríkisveitingar rindaðu annan almennan rakstur í samfelagnum.
Helgi Abrahamsen spyr eisini, hví fullveldissamgongan bara lækkaði donsku ríkisveitingina 366 milliónir krónur, er tað so lætt og leskiligt.
Les eisini: Føroyar skulu hava hægri ríkisveiting úr Danmark
- Og hví skeyt Tjóðveldi upp í teirra alternativa fíggjarlógaruppskoti fyri 2015, at blokkstuðulin í ár skal vera 615 mió. krónur. Eg meini so við, hann skrivar um at fara til Danmarkar við húgvuni í hondini, skjýtur Helgi Abrahamsen.
Jú løgmaður hevur rætt tá hann sigur, at Tjóðveldi hevur kostað okkum seks milliardir - sum man svara til millum 300.000 og 400.000 krónur fyri hvørt einasta húsarhald í Føroyum.









