Alt av kærleika

Dagny Joensen hevur skrivað bók um føroyskar kvinnur í Amerika.

Í 1960’unum giftust fleiri ungar føroyskar kvinn­ur blaðungar við am­e­rik­umonnum, sum vóru í Før­oyum í sambandi við útbyggingina av Loran­støð­unum. Onkrir av hesum monn­­um starvaðust innan her­valdið, aðrir innan tele­fyr­i­tøk­ur. Dagny Joensen skriv­ar í innganginum, at hon mang­an hevur hugsað um hes­ar kvinnur, sum hvurvu úr gøtumyndini eins og nógv ungfólk í okkara tíð. Hetta kom millum annað av, at sam­bandið millum USA og Før­oyar ikki var so høgligt tá sum nú.
Dagny Joensen fór tí til vest­ur­strond­ina av USA at tosa við fýra føroyskar kvinn­ur, sum nærkast teim­um sjeyti. Tær búgva allar fýra í statunum Oregon og Wash­ington, og í fleiri før­um heilt nær hvørjari aðr­ari. Tær siga frá teirra lagn­um, maka og børnum, og hvussu lívið hevur verið í USA. Tær flestu eru í dag am­eri­k­ansk­ir ríkisborgarar, men siga seg føla seg sum før­oyingar og eru stoltar av sínum uppruna. Bókin yður somuleiðis í myndum.
Dagny Joensen: Alt av kærleika. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 113 bls. við nógvum myndum kr. 198