Eg fekk tíverri alt ov lítið við av Fiskivinnutinginum týsdagin 22. mars, men tað eg hoyrdi av orðaskiftinum móti endanum fekk meg at hugsa eitt sindur, og tískil hesar fáu reglur.
Tað sigst at lykilin til framgongd á øllum økjum fyri eina familju ella eitt samfelag er samanhald millum fólkið, sínámillum virðing og grundleggjandi vælvild. Og at, hinvegin, spjaðing, klandur og stríð hevur ómetaligar kostnaðir við sær av alskyns slag — burturspilt orka, mist tíð, peningaligur missur og annað, fyri ikki at tala um óneyðugt stress og versnaða heilsu fyri mong. ? ? Um munurin millum hesar báðar mótpólar í grundini er óendaligur, átti lítil ivi at verið um hvat ið er best fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar. So hví keglast vit so í heilum um líkt og ólíkt, ístaðin fyri at finna gott felags stev?? ? Uttan mun til at okkara áhugamál kunnu vera ymisk, vildi eg hildið at tað er avgerandi at vit læra okkum at draga somu línu í stórum málum. Um ikki annað, so mugu vit kunna vísa við okkara samskifti at vit virða tilveruna hjá hvørjum øðrum. ? ? Í tann mun vit ikki kunnu semjast um bestu leið at ganga — tað veri seg innan útbúgving, mentan, vinnu, búskap, ella annað — skylda vit tó hvørjum øðrum eina viðurkenning av at alt sum eitur politikkur og samfelagslig menning snýr seg fyrst og fremst um menniskju: alt vit gera hevur avleiðingar upp á gott og ónt fyri menniskjaligar umstøður, livikor hjá fólki, og viðurskifti millum persónar.? ? Tey ið vilja fremja umfatandi broytingar t.d. á fiskivinnu økinum, uttan mun til hvussu væl skikkað tey meta seg vera til at vísa vegin og taka avgerðir fyri onnur, hava tí eina moralska skyldu til at tosa við tey sum verða beinleiðis rakt í sínum gerandisdegi av slíkum broytingum. Tey hava ikki bara eina skyldu til at virða teirra vitan og umhugsa týdningin av teirra arbeiði — tey hava alt at vinna við at gera so. Avgerðir sum verða tiknar uttan eitt sterkt grundarlag enda ofta við at koma afturum aftur.? ? Út frá einum samskiftis sjónarmiði er tað burturvið at viðgera inntriv sum kunnu fáa stórar avleiðingar fyri onnur uttan hóskandi hoyringar og grundigar forkanningar, hetta bæði fyri at tryggja nøktandi grundvitan til at byggja avgerðir á, og fyri at vísa virðing fyri teimum sum kunnu fáa óhepnar fylgjur í sín part. Alt annað er órímiligt og vil fáa ringar avleiðingar. Neyvan nakað man í longdini vera meira skaðiligt fyri eitt samfelag enn tann harmur og tann illvild sum stendst av at fólk ikki verða vird, fáa sínar royndir, sítt innlit, og sítt stríð og strev gjørt til einkis, ella upp á aðrar mátar verða viðfarin órættvíst.? ? Hetta er ikki bara heilt grundleggjandi fyri gott samskifti men eisini fyri stabilitetin í einum fólkaræði. Tað snýr seg hóast alt um nakað so týdningarmikið sum álit, trúvirði, og etisk virðir, og harvið óbeinleiðis um alt annað eisini, íroknað samfelagsbúskap.? ? Mong eru samd um at okkurt má gerast fyri at vinna betri viðurkenning fyri føroyskar fiskavørur og føroyska fiskiveiði. Men júst hvørjar broytingar eru neyðugar og ynskiligar? Hvussu tryggja vit at fleiri føroysk fiskarí kunnu vinna MSC (ella møguliga aðra) ecolabel góðkenning? Verður nóg nógv gjørt fyri at dokumentera yvir fyri útlendingum hvussu okkara fiskivinna er skipað? Kunnu vit finna betri mátar til at áseta talið á fiskidøgum uttan at fáa órógvandi alment kjak á hvørjum ári? Hvat er komið burtur úr skipanini við “fyribils stongdum leiðum” og hvussu leingi skulu hesar leiðir vera stongdar? Hvussu skulu fiskiloyvir handfarast í framtíðini?? ? Fyri at tryggja eina trúverda tilgongd í slíkum spurningum ræður tað fyrst og fremst um at samskifta virðiliga; síðani at viðgera sakliga hvat enn ið kemur á dagsskrá, og hareftir taka sunnar og rættar avgerðir sum so kunnu gjøgnumførast. Ikki umvent, at fyrst taka avgerð og so royna sum best at gjøgnumføra uttan veruligt grundarlag. ? ? Tað finnist góður lesnaður um ítøkiligar mannagongdir v.m. tá talan er um konsultatión sum amboð fyri avgerðatøku í bólkum. Og tað er púra greitt at óneyðug og undirgravandi polarisering kann, við rættari kunning og røttum hugburði, vendast til dynamiska styrki. ? ? Eg haldi ikki vit kunnu brúka sum standard umbering at øll hini eru treisk, hopleys, ella ómøgulig at samskifta við!? ? At enda vil eg ynskja politiskum myndugleika, vinnu, vísindafólkum, og øllum pørtum góðan arbeiðshug og góða eydnu.










