Alt at siga fyri Føroyar

- Sjómannadagurin er ikki bara týdningarmikil fyri Klaksvíkina, men fyri allar Føroyar, sigur varaborgarstjórin í Klaksvíkar kommunu

Sjómannadagur

 

Ein av teimum, sum hevði leitað sær oman á sjómannadagin í góðveðrinum, var ungi varaborgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim.

- Sjómannadagurin er sera týdningarmikil fyri Klaksvíkina. Ja, satt at siga hevur hann alt at siga. Klaksvíkin er jú kend fyrst og fremst sum ein fiskivinnubýur, og tað er gott, at man kann fokusera uppá tað, sum ein er góður til, sigur Jógvan Skorheim.

Og hann er skjótur at leggja aftrat:

- Eg vil siga, at dagurin er ikki bara týdningarmikil fyri Klaksvíkina, men fyri allar Føroyar, tí fiskur er nærum okkara einasta útflutningsvøra.

 

 

At hitta fólk

Eitt, sum Jógvan Skorheim sær nógv fram til á sjómannadegnum, er at hitta fólk.

- Hóast mær dámar alt tiltakið sera væl, so gleði eg meg tó allarmest til morgunmatarborðið og tær stóru kappingarnar, tí har hevur ein møguleika at hitta nógv fólk. Tað er sera stuttligt at síggja øll hesi fólkini innan fiskivinnuna, alt frá dekkarum til akademikarar, sigur ungi varaborgarstjórin.