Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
----
Hósdagin í farnu viku var fyrrverandi ALS-stjórin í útvarpinum og greiddi frá, at hann hevði sagt seg úr starvi, tí hann eftir tólv árum í ALS helt, at tíðin var búgvin at royna nýggjar avbjóðingar. Um kvøldið var nú frákoyrdi ALS-stýrisformaðurin í Degi og viku, har hann fyri Føroya fólki fortaldi, at ALS-stjórin hevði valt at siga seg úr starvi.
Tá ið tað dagin eftir kemur fram, at ein vitleys fráfaringaravtala er gjørd, vita øll, at her ruggar ikki rætt. Stýrið og stjórin hava dult sannleikan fyri Føroya fólki, men við fráfaringaravtaluni varð lygnin avdúkað.
Hóast fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru á fundi við sítt umboð í stýrinum fríggjadagin, vita vit ikki, hvør ósemjan er. Tað verður dult sum mansmorð. Einasta, ið verður sagt á fundinum, er, at eingin onnur loysn enn júst henda fráfaringaravtalan kundi gerast. Líknandi pástand førir annar limur í stýrinum fram í Degi og viku fríggjakvøldið.
Sum skilst hava ikki færri enn tríggir løgfrøðingar sitið í tveir mánaðir fyri at fáa hesa avtaluna gjørda: Fyrrverandi stýrisformaðurin, ið er løgfrøðingur, og tveir aðrir; ein umboðandi fráfarna stjóran og ein umboðandi ALS-stýrið.
Hóast stjórin var settur við uppsagnartreytum sambært starvsmannalógini (sum hevði givið honum seks mánaða uppsagnarløn), fekk stýrið at vita, at uppsøgn sambært hesari lógini ikki kundi lata seg gera. Guð viti, hvat ósemjan snýr seg um, tá ið vanlig uppsøgn ikki kann gevast!
Onkur einstakur hevur fílst á, at fakfeløgini ikki hava latið sítt umboð nóg væl í til at røkja hesa uppgávuna. Til hetta er bert at siga, at eingi fakfeløg yvirhøvur vórðu kunnað um, at ósemja var millum stýrið og stjóran. Ei heldur vistu vit, at uppsøgn ella fráfaringaravtala var á veg. Havi eg skilt tað rætt, hevur stýrið ikki so frægt sum verið saman og veruliga viðgjørt støðuna um uppsøgn ella fráfaringaravtalu, áðrenn limirnir skrivaðu undir. Limirnir vórðu drignir upp á tráð av fyrrverandi formanninum, skilst.
Stýrisumboð greiðir frá, at tað er kotyma, at øll í stýrinum skulu vera samd, áðrenn nakað kann undirskrivast. Um so er, so er hetta ein sjúk kotyma! Í einum fólkaræði er tað sannføringin hjá hvørjum einstøkum, ið ræður. Apropos einstaklingin: Stýrið manglaði ein stýrislim, tí ein teirra var farin úr stýrinum. Men varalimurin varð ongantíð innkallaður! At eingin stýrisfundur hevur verið, har allir stýrislimirnir hava havt møguleika at viðgera fráfaringaravtaluna, áðrenn teir skrivaðu undir hana, ber ikki til at góðtaka.
Fakfeløgini, ið hava valt stýrislimirnar, mugu av røttum kunna seta spurnartekn við teirra førleika, tá ið teir í hesum málinum ikki sýnast at hava røkt sína uppgávu nóg væl. Hetta snýr seg ikki um at lata umboðini nóg væl í. Einki álit er á einum stýri, har eingin limur hevur kravt ein fullmannaðan stýrisfund at viðgera avtaluna, áðrenn hon verður undirskrivað. Hetta eiga limirnir uttan himpr at taka til eftirtektar.
Fráfaringaravtalur av hesum slagi eiga als ikki at kunna lata seg gera. Hvørki á almennum, hálvalmennum ella líknandi arbeiðsplássum. Tá ið stýri ella nevnd eru sett at umsita pening, ið almenningurin rindar í kassan, skal slíkt ikki bera til. Bara tí, at fólk eru givin at brúka vanligt vit og skil, hava løgfrøðingar fingið møguleikan at gera slíkar ørar avtalur. Stjórar fáa eina høga løn fyri ta ábyrgd og teir vansar, ið fylgja við starvinum. Tað er nokk! Og tí skal ein stoppari setast fyri órímiligum fráfaringaravtalum í stundini.
Í hesum umrødda máli eigur umsitingin beinanvegin at kanna, um framferðarhátturin er so skeivur, at avtalan kann ógildast.