Tað kann sýnast løgi, at sagt verður at møguleikin at vinna ongantíð hevur verið minni, men orsøkin til hetta, er at tað er sera langt síðani, um nakrantíð, at so nógvir Gekkaseðlar hava verið seldir. So tað eru alsamt fleiri sum sita við røttu tølunum til fulla plátu, og tí gerst kappingin til telefonina alsamt harðari.
Nýtið antennuna
Ofta hava fólk tosað um at tað bert eru fólk uttanfyri miðstaðarøkið, ið sleppa ígjøgnum, og fleiri frágreiðingar eru til hetta.
- Vit hava fyrr gjørt kanningar um hvør tað er, sum spælir Gekk. Tað vísti seg rættiliga skjótt, at í mun til fólkatalið, eru tað sera fá í Havnini, ið spæla Gekk. Harafturímóti eru tað sera nógv í Suðuroynni og í Norðoyggjum, sum spæla. Eitt annað, sum kann ávirka, er at nógv í Havn nýta Televarpið, og tað er ofta upp til trý sekund seinni enn sambandið gjøgnum vanligu antennuna, og tað gevur hinum betri fortreytir, fortelur Jens A. Simonsen, ið hevur høvuðsábyrgdina av Gekkinum.
Vinnararnir funnir
Jens A. Simonsen greiðir frá, at Gekkatølini verða drigin í Danmark, áðrenn Gekkurin byrjar fríggjakvøld, so kontrolnumrini á Gekkunum, sum kunnu vinna eru klár áðrenn sendingin nakrantíð byrjar.
Samstundis eru tað fleiri Gekkar, sum eru líka. Tað vil siga, at bert 2000 ymiskar plátur eru, og 12.000 ymiskar samansetingar av teimum.
- Tað er ofta so, at fleiri hava røttu plátuna til at sleppa at snara hjólinum, og tað er orsøkin til, at mann má vera skjótur við telefonini, og aftaná vinnandi talið er komið, koma ofta eini seks tøl áðrenn tølini verða steðgaði. Tað hevur við sær, at nógv fáa fulla plátu, men í veruleikanum ongan møguleika hava at koma ígjøgnum. Men tað kemur meira enn so fyri, at ongin ringir, ið hevur ein Gekk, sum vinnur á fyrst møguliga talinum, sigur Jens A. Simonsen.
Byrjar ikki á 200.000
Nógv hava tosað um, at ov lítið verður goldið út av samlaðu inntøkuni hjá Gekkinum, har 40 prosent av vinninginum skulu út aftur til Gekkaspælararnar.
- Tað eru 40 prosent av nettovinninginum, sum skulu útaftur til spælararnar, so tað er aftaná alt, lønir, prent av seðlum og so framvegis. Men tað er ongin loyna, at vit í løtuni hava størri vinning enn vanligt. Hvat verður gjørt við hetta veit eg ikki heilt, men vit byrja ikki við til dømis 200.000 krónum, tá hesin er vunnin, tí so verður torført at byrja aftur við 50.000 krónum. Harafturímóti kundi hugsast at Gekkurin fer at vaksa skjótari, ella at vit gera onkrar eykavinningar, áðrenn árið er liðið, fyri at fáa tølini at passa.
Gekkahjólið
Í seinastu viku greiddi Petrina Berg frá, hon er ein av vertunum, at Gekkahjólið bert verður stýrt umvegis telefonina.
Nú hevur Jens A. Simonsen eina meira umfatandi frágreiðing um hjólið.
- Hjólið verður stýrt beinleiðis gjøgnum telefonina. Tá tað er farið í gongd melur tað skjótari og skjótar, hóast ferðøkingin gerst minni og minni. Hetta verður gjørt, so tað ikki er so lætt at rokna út hvar hjólið endar. Viðvíkjandi nálini kann eg siga, at tað er ein vanligur kambur, har tindarnir eru tiknir av. Kamburin verður skiftur umleið annaðhvørt ár, útgreinar Jens A. Simonsen.
Onki óvanligt
Seinast Gekkurin varð umtalaður í Sosialinum, greiddi Petur Zachariassen frá, at møguleikin at Gekkurin ikki varð vunnin í 24 vikur, er umleið 4,7 prosent. Nú hevur hann hugt meira at tølunum yvir vunnar Gekkar, síðani hjólið fekk sítt núverandi skap. Tølini eru útvegaði frá Kringvarpinum og ganga heilt aftur til februar 2005, tað vil siga 182 vikur.
Sambært tølunum hjá Peturi Zachariassen, sum eisini sæst á stabbamyndini eru sera smá frávik frá tí, sum er væntandi. Og minnast má altíð til at í hvørjum einstøkum føri, kunnu hagtøl í veruleikanum ikki siga so øgiliga nógv, men heldur eru nakað, sum yvir tíð vísir seg.
Petur Zachariassen leggur dent á, at alt vísir seg at vera púra tilvildarligt, og at ávirkanin hjá fólkið á hjólið, ikki sær út til at hava ávirkan á talið av vunnum Gekkum.
Til stuttleika kann nevnast at møguleikin fyri, at Gekkurin heldur ikki verður vunnin í morgin, er umleið 4,1 prosent í mun til 4,7 prosent seinast.
So sigast kann, at møguleikin at sleppa at snara er minni enn nakrantíð, men sleppur tú ígjøgnum, gerst møguleikin til ikki at vinna, minni og minni hvørja viku. Men tann einkulti hevur altíð 12 prosents møguleika, tá viðkomandi er komin í gjøgnum.