Í oktober í fjør vóru 27.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru næstan 850 fleiri enn ta vóru í oktober í fjør, vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Sostatt er gongdin, at talið á løntakarum økist alsamt, hóast tað skiftur eitt sindur frá mánað ti mánað.
Verður arbeiðsstyrkin býtt ímillum kynini, vóru tað einir 14.500 menn, sum eru til arbeiðis og 13.400 kvinnur. Sostatt er 52 prosent av arbeiðsfjøldini, menn og 48 prosent eru kvinnur.
Og hesin munurin hevur verið nokk so støðugur, men kortini er munurin ímillum kynini heldur vaksin hesi seinastu árini enn hann er minkaður.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir enn sum áður, at tænastuvinnurnar eru nógv tær størstu vinnugreinarnar í Føroyum. Og av tænastuvinnunum, eru tað í teimum almennu tænastuvinnunum, at flest fólk arbeiða, tí har arbeiða 9.900 fólk og 9.000 fólk eru í privatu tænastuvinnunum.
Tað eru tvær ferðir so nógv, sum arbeiða í fiskivinnuni á sjógvi og landi, og í byggivinnuni.