Ólavur í Geil Guttesen, sum lesur á Leeds Metropolitan University verður gestur á Rás2 kl. 15.15 í dag Býurin Leeds í Yorkshire í Norður-Onglandi er seinastu árini farin frá at verða ein skitin ídnaðarbýur, til at verða ein fleirmentaður býur við einum stórum og fjølbroyttum lestrarumhvørvi. Ólavur í Geil Guttesen og kona hansara, Eva lesa bæði í Leeds. Aftaná tíðindini á Rás2, sum koma kl. 15 verður Ólavur í Geil Guttesen gestur hjá Rás2. Høvið verður hjá ungfólki, sum hava hug at lesa í Bretlandi at sms´a spurningar inn til Ólav. Í sendingini verður eisini ringt til onkran annan persón, sum lesur í Bretlandi. Rás2 fær eisini Terja á Lakjuni frá Stuðulsstovninum á tráðin. Terji á Lakjuni fer m.a. at útgreina hvørjar útbúgvingar hava rætt til lestrarstuðul.